* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar


























Fylg okkum á Facebook

 




 

Sjey mistu lívið í Maersk

2017 varð eitt syndarligt ár hjá Mærsk-samtakinum á arbeiðsumhvørvisøkinum. Ikki færri enn sjey starvsfólk mistu lívið, meðan tey vóru til arbeiðis hjá A.P. Møller-Mærsk. Hetta vóru fimm fleiri enn árið fyri, tá tvey starvsfólk doyðu.

Hvørki tølini ella negativa gongdin kunnu undir nøkrum umstøðum góðtakast, staðfestir leiðslan.

- Tíverri og til stóru sorg okkara, vórðu vit rakt av sjey deyðsføllum undir arbeiði á ognum hjá A.P. Møller-Mærsk. Tað er sera skelkandi fyri meg persónliga, at eitt starvsfólk skal missa arbeiði undir sínum arbeiði fyri fyritøkuna. Hetta ber als ikki til, og vit mugu arbeiða upp aftur harðari til tess at tryggja, at hetta talið kemur niður á null, skrivar Søren Skou í einum parti av ársfrágreiðingini undir yvirskriftini 'Safety first'.

Hann leggur dent á, at táttast skal í trygdina.

- Stórar broytingar eru í fyritøkuni, men onki hevur broytt seg í tilgongd okkara til trygd og okkara meðarbeiðarar. Okkurt skal gerast á hesum avgerandi týdningarmikla umráði, skrivar Mærsk-stjórin.

Ein av seinastu deyðsvanlukkunum hjá Mærsk hendi 7. desember í fjør, har eittt starvsfólk á jackup-boripallinum hjá Maersk Drilling, "Maersk Interceptor", í Norra datt í havið og seinni doyði.

Henda syndarliga vanlukkan var eitt stórt afturstig fyri fyritøkuna, tí hon um hetta mundið legði síðstu hond á eina framsøkna og drúgva trygdarætlan, ’Project Zero’, sum skuldi munna út í, at fyritøkan í seinasta lagi í 2018 heilt skuldi hava útruddað arbeiðsóhapp við persónskaða á pallunum hjá fyritøkuni.

Kelda: soefart.dk