* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Síðsta úr Libya: Tangaskipið oyðilagt og forsætisráðharrin koyrdur frá

Libyski forsætisráðharrin, Ali Zeidan, tapti seinnapartin í gjár eina álitisatkvøðugreiðslu í tjóðartinginum, eftir at uppreistrarmenninir í Eystur-Libya høvdu boðað frá, at eitt tangaskip við olju fyri 160 miljónir krónur var farið úr einum havnabýi undir teirra valdi, uttan at hava fingið loyvi til tess frá libysku myndugleikunum.

Seint seinnapartin læt libyski flotin skot av ímóti tangaskipinum, ið siglur undir norðurkoreanskum flaggi. Oljutangaskipið varð oyðilagt undir álopinum, og italsk skip hjálptu aftaná libyarunum við at tryggja skipið, ið hevði sett kós eystureftir.

Tangaskipið Morning Glory hevði verið eftir ráolju í havnarbýnum Sirte uttan um libysku myndugleikarnar hjá vápnaðu uppreistrardeildini í Eystur-Libya, ið er farin at útflyta olju uttan um stjórnina í Tripoli.

Sambært myndugleikunum eydnaðist tað í fyrsta umfari tangaskipinum at sleppa til rýmingar, orsakað av ringa veðrinum.