* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Vetni og brennikyknur er tøkni við null-útláti, sum hevur størstan møguleika at hjálpa skipaferðsluni at røkka málið um null-útlát av rakstrarhúsgassum í 2050. Tað skrivar Shell í eini frágreiðing, sum júst er komin út.

 

“Shell leggur seg eftir at fremja gransking á hesum økinum, tí vetni væntandi fer at koma meira til sín rætt í øllum ídnaðinum og flutningsmarknaðinum. Tað kann eisini gera tað bíligari enn aðrar alternativar orkukeldur, sum onki útlát hava,” skrivar Shell millum annað í frágreiðingini.

 

“Vit halda, at flótandi vetni er betri enn annað møguligt null-útláts brennievni til skip. Framleiðslur, sum krevja minst viðgerð í sambandi við brennievni til skip, er ivaleyst virknasta og bíligasta orkukeldan, og tað er avgerandi fyri marknaðin,” skrivar Shell.

 

Oljurisin mælir samstundis skipaferðsluni at gera alt, sum stendur í teirra valdi, at spara upp á oljuna við teirri tøkni, vit longu hava fyri at minka um útlátið.

 

Sjónarmiðini verða løgd fram á fundi, sum umhvørvisverndarfelagsskapurin hjá IMO skipar fyri í november.

 

Kelda: Maritime Danmark / Splash