* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Shell selur nú sín part av oljuvirkseminum í danska partinum av Norðsjónum.

Shell selur í Norðsjónum

Orkufelagið Shell selur sín part av olju- og gassundirstøðukervinum í Norðsjónum fyri 1,9 milliardir dollarar – ella gott og væl 12 milliardir krónur. Parturin hjá Shell í DUC liggur um 36,8 prosent.

 

Tað snýr seg um tey 36,8 prosentini, sum Shell eigur í Dansk Undergrunds Consortium (DUC), og tað er norska Noreco, sum keypir partin hjá Shell.

 

- Vit hava leingi roynt at økt um okkara virksemi í Danmark, tí vit síggja stórar møguleikar at styrkja og menna donsku olju- og gassframleiðsluna í Norðsjónum í mong ár fram, sigur Riulf Rustad, nevndarformaður í Noreco, í eini fráboðan.

 

DUC hevur einarættin at framleiða olju og gass í einum parti av danska økinum í Norðsjónum. Danski staturin eigur 20 prosent av DUC umvegis Norðsjóvargrunnin, og franska Total eigur hini 43,2 prosentini.

 

- Sum eitt norðurlendskt felag síggja vit fram til at hava ein stóran part av ábyrgdini av menningini í danska partinum av Norðsjónum, og vit fara serliga at seta kikaran á Tyra, sigur Riulf Rustad.

 

Kelda: Shippingwatch