
Serútgjørt norskt skip gevst at leita eftir flogfari
Serútgjørda norska skipið, sum hevur verið
við í leitingini í Indiahavinum eftir horvna ferðafólkaflogfarinum hjá Malaysia
Airlines, er givið at leita, og setur nú kósina heim.
Malaysia
Airlines-flogfarið MH370 hvarv á veg frá Kuala Lumpur til Bejing í mars 2014.
Umborð á flogfarinum vóru 239 fólk.
Sjálvt flogfarið er
ongantíð funnið, men smærri vrakrestir vórðu funnar, og tá varð leitingin
avmarkað til eitt 25.000 ferkilometrar øki í Indiahavinum. Seinni varð økið
víðkað til 112.000 ferkilometrar.
Avstralia, Malaysia
og Kina steðgaðu sínum parti av leitingini eftir flogfarinum í januar í 2017,
men trýst frá teimum avvarðandi fekk londini at taka upp aftur leitingina í ár.
Tríggir mánaðir
Malaysia gav
amerikanska felagnum, Ocean Infinity, eitt tríggjar mánaðar loyvi at leita
eftir horvna flogfarinum, og lovaði 420 milliónir krónur, um flogfarið varð
funnið.
Ocean Infinity
leigaði serútgjørda norska frálandsskipið, Seabed Constructor, frá Swire Seabed
í Bergen. Skipið var gjørt út við seks framkomnum Hugin-minikavbátum, sum
Kongsberg Maritime í Horten hevur framleitt. Minikavbátarnir kunnu leita niður
í 6.000 metra dýpi.
Seabed Constructor
hevur síðani leitað á havbotninum í øllum 112.000 ferkilometrar økinum, men
uttan at finna nakað sum helst, ið stavar frá MH370.
Eitt vónbrot
Oliver Plunkett,
leiðari hjá Ocean Infinity, dylir ikki, at hetta var eitt stórt vónbrot.
- Tað, sum fekk
okkum at taka leitingina uppaftur, var vónin um at geva nøkrum av teimum
avvarðandi svar. Tí er tað við tungum hjarta, at vit steðga leitingini uttan
úrslit, sigur hann.
Eitt umboðsfólk
fyri familjurnar hjá teimum, ið doyðu í vanlukkuni, takkar Ocean Infinity fyri
royndina at finna horvna flogfarið.
- Vit eru sera
takksom fyri royndina, sigur Grace Nathan, sum sjálv misti mammu sína í
flogvanlukkuni.
Kelda: E24