* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Nú skal minni skrell blakast út av skipum, sigur ES.

Semja um reglur viðvíkjandi skrelli í havnum

Flutningsráðharrarnir í ES eru komnir ásamt um, hvussu havnir í Evropa skulu bera seg at við skrelli frá skipum.

 

Í dag eru flutningsráðharrarnir í ES komnir ásamt um at endurskoða reglurnar í sambandi við móttøku av skrelli frá skipum í evropiskum havnum.

 

- Uppskotið er eitt avgerandi amboð at fáa sjóvegis flutning grønari. Endamálið er at avmarka útblaking av skrelli í havið við at tryggja, at umstøðurnar at sleppa av við skrell í havnum eru góðar, og at skipini eisini nýta hesar møguleikar, sigur flutningsráðharrin í ES, Violeta Bulc.

 

Fyrsta fyriskipanin viðvíkjandi útblaking av skrelli varð samtykt í 2000, men tann fyriskipanin hevur lítla nyttu gjørt. Tað almannakungjørdi ES-nevndin í byrjanini av 2018.

 

Nýggja fyriskipanin krevur millum annað, at skipini skulu rinda eitt óbeinleiðis gjald, sum skal geva teimum rætt at sleppa av við skrellið í ES-havnum. Samstundis leggur nýggja uppskotið til fyriskipan upp til, at skip skulu rinda hetta gjaldið uttan mun til, um tey hava skrell, sum skal í land, ella ikki. Tað skal so vaksa um áhugan hjá reiðaríunum veruliga at sleppa sær av við avfallið í viðkomandi havnum.

 

Kelda: Shippingwatch