* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Stásiliga reikferðaskipið, Monarch of the Seas, verður nú høgt upp. Skipið er 30 ára gamalt.

Seinasta ferðin hjá kendum reikferðaskipi

Eitt av hábornastu og vakrastu marglætis reikferðaskipunum fyri 30 árum síðan var “Monarch of the Seas”. Smíðað á Chantiers de l’Atlantique-skipasmiðjuni í Saint Nazaire fyri Royal Caribbean undir navninum, Monarch of the Seas. Skipið hevði pláss fyri 2.700 ferðafólkum.

 

Hin 22. juli var siglingin hjá hesum fyrr so stásiliga skipinum á teimum sjey høvunum av. Tá kom tað til Aliaga í Turkaland, varð siglt upp á turt, og har skal tað høggast upp.

 

Turkiska skipasmiðjuarbeiðið skal nú umskapa fyrrverandi 74.000 GT stóra reikferðaskipið til brotjarn, og tað fer ikki at taka drúgva tíð, verður sagt.

 

Kelda: Maritime Danmark

[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=ZwX1n29L2-Q]
Sjónbandabrot: Seinasta ferðin hjá “Monarch of the Seas”.