* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Teldutekning av møguligum seglum.

Amerikanska “Cargill”, sum er heimsins størsta handilshús við lanbúnaðarvørum, og sum hevur ein leigaðan flota upp á gott og væl 600 farmaskip, er tilreiðar at seta stór segl umborð á skip síni. Tað fer væntandi at minka um CO2-útlátið við gott og væl 30 prosentum.

 

“Tað, sum okkum dámar best við hesi ætlanini er, at tað minkar um brennievnisnýtsluna,” sigur Jan Dieleman, stjóri í Cargill Ocean Transportation Business, við tíðindastovuna Bloomberg.

 

Cargill er farið í samstarv við bretska, Ben Ainslie Racing / BAR, sum hevur ment seglini, ið verða 45 metrar høg. Enn eru seglini bert at finna á telduskíggjanum, men ætlanin er at fáa fyrstu seglini umborð í 2022.

 

Skipaferðslaídnaðurin hevur sett sær fyri at minka CO2-útlátið við 50 prosentum áðren 2050. Hvussu málið skal røkkast ítøkiliga, er ógreitt. Men skip undir seglum, sum hjá Cargill, ella við sonevnd snúningsseglum, sum Maersk Tankers longu brúkar, kann vera ein av loysnunum.

 

Kelda: gCaptain / Maritimedanmark