* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Eitt av skipunum hjá Seaspan í Hong Kong, Seaspan Amazon.

Seaspan í Hong Kong víðkar nú virksemið, og reiðaríið hevur júst bílagt tveir bingjurisar upp á 24.000 teu hvørt. Hetta eru millum heimsins størstu bingjuskip. Skipini skulu handast eigarunum í byrjanini av 2023.

 

Nýggju skipini skulu leigast út við einum 18 ára longum sáttmála við eitt reiðarí, sum ikki verður nevnt við navni. Bíleggingin er gjørt bara nakrar fáar mánaðir eftir, at felagið bílegði fimm onnur spildur nýggj bingjuskip. Hvørt skipið av teimum fimm verður upp á 12.000 teu.

 

- Tá ið hesi fyrstafloks skipini eru liðug, gerast tey partur av flota okkara til seinast í 2023. Tey verða sostatt við at til at tryggja strategisku ætlanina um framvegis at skapa góðskuvøkstur, sigur Bing Chen, sum er CEO og formaður í nevndini í Seaspan.

 

Felagið hevði við endan av 2020 í alt 127 skip í flotanum uppá 1.073.000 teu íalt.

 

Tey sjey nýggju skipini økja samlaða teu við 109.000.

 

Kelda: gCaptain