* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Scorpio ger stórar íløgur í skrubbarar.

Scorpio ger stórar íløgur í skrubbarar til turrlast og tangabátar

Bæði Scorpio Bulkers og Scorpio Tankers hava gjørt sáttmála um skrubbarar til ein stóran part av flotanum. Tað boða reiðaríini frá til keypsskálan í dag.

 

Scorpio Bulkers fer at seta skrubbarar í 28 av skipunum. 18 skip fáa skrubbarar í 2019 og restin fær skrubbarar í 2020.

 

Samlaða íløgan fyri skrubbararnar er uppá 42,4 mió. dollarar.

 

Scorpio Tankers fer at seta skrubbarar í ikki færri enn 42 skip í 2019 og 10 skip í 2020. Tað fer at kosta reiðarínum 79,6 mió. dollarar. Samstundis arbeiðir reiðaríið við ætlanum um at seta skrubbarar í 10 skip aftrat.

 

Fyri bæði reiðaríini er talan um 146 skip, sum møguliga fáa skrubbarar. 

 

Hóast skrubbarar verða loysnin hjá hjá einum stórum parti av flotanum hjá teimum báðum reiðaríunum, so heldur stjórin í Scorpio, Robert Bugbee, ikki at skipanirnar eru nøkur loysn í longdini.

 

- Vit síggja ikki skrubbarar sum eina loysn í longdini. Vit vænta tøkniligar broytingar um nøkur ár, kanska um trý til fimm ár, tí skrubbarar dálka hóast alt, sigur altso stjórin í Scorpio, Robert Bugbee.

 

Kelda: Shippingwatch