* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Ferjan, Copenhagen, hjá Scandlines, hevur nýtt rennilsegl seinasta árið - við góðum úrsliti.

Eitt ára royndir hjá Scandlines við einum Norsepower rennilsegli á ferjuni, Copenhagen, hava verið so góðar, at reiðaríið nu hevur gjørt tilreiðar at seta eitt rennilsegl í systirferjuna, Berlin. Ferjan siglir eisini á farleiðini Gedser-Rostock.

 

- Vit vónaðu, at rennilseglið á Copenhagen fór at geva eina minking í CO2-útlátinum upp á fýra til fimm prosent. Tær vónirnar eru innfríðaðar í dag, so nú eru vit tilreiðar at taka næsta stigið. Tí hava vit fyrireikað systurferjuna, Berlin, til eisini at fáa segl, sigur Michael Guldmann Petersen, COO í Scandlines.

 

- Farleið okkara í Eystrasalti er norður-suðurgangandi, og vindurin kemur fyri tað mesta av vestri ella eystri. Tískil hava rennilseglini hjá okkum bestu umstøður, sigur Michael Guldmann Petersen.

 

Onnur tiltøk hjá Scandlines á grønu kósini eru av slíkum slag, sum ikki síggjast bara við at hyggja at ferjunum, tí tey tiltøkini eru undir dekki. Eitt 30 metrar rennilseg sæst hinvegin langa leið sum eitt greitt tekin um grønu kósina.

 

Fyrireikigarnar til rennilseglið eru millum annað, at eitt stálfundament skal gerast umborð á ferjuni, har seglið skal standa.

 

Kelda: Maritimedanmark