* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Saudiarabia og suðurkoreanska HHI samstarva um risastóra verkætlan

Oljufelagið Saudi Aramco hevur saman við almenna saudiska reiðarínum Bahri og suðurkoreansku stórskipasmiðjuni HHI avtalað at byggja eina risastóra verksmiðju, sum verður tann størsta í økinum, fyri fleiri mia. dollarar.

Framleiðslan hjá oljufelagnum Saudi Aramco krevur eitt stórt undirstøðukervi. Tað skal ein risastór verksmiðja vera við til at tryggja, eins og stórur skipakapasitetur skal knýtast at verksmiðjuni.

Saman við almenna saudiska reiðarínum Bahri og suðurkoreanska HHI hevur Saudi Aramco gjørt eina avtalu um at byggja eina risastóra verksmiðju í Saudiarabia, sum er mett at kosta 5,2 mia. dollarar.

Verksmiðjan við navninum International Maritime Industries (IMI) fer sambært eini fráboðan frá Saudi Aramco at fata um eitt lendi upp á 12 mió. fermetrar og skal kunna byggja bæði skip og frálandsbygningar, so sum boripallar o.líkn.

"Verksmiðjan fer at hava ein árligan kapasitet til at kunna byggja fýra frálandspallar, meira enn 40 skip herundir tríggjar VLCC'arar umframt 260 sløg av ymiskari maritimari útgerð," skrivar Saudi Aramco.

Ætlanin er, at verksmiðjan skal fara undir framleiðsluna longu næsta ár, og at hon skal koyra við fullari megi í 2022.

Kelda: shippingwatch.dk