* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Reiðarafelagið fyri Handilsskip og manningarfeløgini hava handað krøv síni til komandi sáttmálasamráðingar. (Mynd: industry.fo)

Týsdagin í farnu viku handaðu Reiðarafelagið fyri Handilsskip, og tey trý manningarfeløgini, Føroya Skipara- og Navigatørfelag, Maskinmeistarafelagið og Føroya Fiskimannafelag krøv til komandi sáttmálasamráðingar.

 

Sáttmálarnir millum RFH og tey trý manningarfeløgini ganga út 1. mars 2021. Partarnir hittast aftur til samráðingar í vikuni.

 

RFH hevur í alt níggju sáttmálar við tey trý manningarfeløgini. Við hvørt felag er ein høvuðssáttmáli og tveir sersáttmálar fyri ávikavist størri og smærri skip í frálandavinnu. Sáttmálarnir millum RFH og tey trý manningarfeløgini ganga út 1. mars 2021.

 

Kelda: industry.fo