* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Ein sandbátur roynir at grava eina grøv inn til strandaðan trolara úr Hollandi.

Sandbátur roynir at loysa trolara

Danski sandbáturin, Toste R, sum Rohde Nielsen eigur, er í løtuni í ferð við at gera eina grøv inn til hollendska trolaran, Sursum Corda, sum fór á land út fyri Nørre Lyngby í farnu viku. Hollendsk bjargingarskip eru tilreiðar at sleipa trolaran leysan, um tað fer at bera til.

 

Tvey hollendsk bjargingarskip, Multrasalvor4 og Multratrug7, komu í økið uttanfyri Nørre Lyngby leygarmorgunin. Hollendski trolarin, Lotte Rosalie, hevur eisini ligið hjá strandaða trolaranum í nakrar dagar.

 

Leygardagin  var nýggj útgerð send umborð á Sursum Corda, áðrenn nýggjar royndir eru gjørdar at hála skipið leyst.

 

Higartil eru allar royndir at hála trolaran leysan miseydnaðar.

 

Kelda: Maritime Danmark



[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=W_7s-fLwWYU]
Sjónbandamyndir av millum øðrum sandbátinum, sum roynir at grava eina grøv inn til strandaða trolaran.

[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=cfnSYmsSS-0]
Aðrar sjónbandamyndir av strandaða, hollendska trolaranum.