* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar


























Fylg okkum á Facebook

 




 

Samstarv skal tryggja norðurlendska frálandsvinnu

Danska áhugafelagið hjá frálandsfyritøkum, offshoreenergy.dk, hevur tikið upp samstarv við norska systurfelagið, Norwegian Energy Partners (NORWEB), um eina røð av verkætlanum, sum skulu styrkja norðurlendska orkuprofilin.

”Vit ynskja eitt tættari samstarv millum okkara veitaranetverk og donsku starvsfelagar okkara. Norra er ein sterkur orkuaktørur, t.d. tá tað kemur til tøkni til olju og gass, men vit mugu ásanna, at Danmark er longur frammi innan frálandsvind. Tí eru vit vís í, at vit kunnu læra ein hóp av hvør øðrum,” sigur David Ottesen, stjóri á vinddeildini hjá Norwegian Energy Partners.

Í Danmark og Norra fokusera frálandsfyritøkur í løtuni upp á somu vinnumøguleikar, t.d. innan arbeiði við sensorum og dronum. Tí er tað upplagt, at limirnir í teimum báðum orkubólkunum samstarva, sigur Glenda Napier, stjóri í Offshoreenergy.dk. 

”Vit hava longu gjørt av at halda eitt felags hackaton í 2018, so donsku og norsku frálandsfeløgini kunnu hittast um at loysa felags avbjóðingar fyri vinnuna,” sigur Glenda Napier.

Eitt Hackaton er eitt tiltak fyri mennarar, sum í felagsskapi menna prototýpur, verkætlanir ella konsept í einum avmarkaðum intensum tíðarskeiði.

”Fyrr í tíðini bar til at klára seg uttan samstarv, men tað hugskotið er ikki framtíðartryggjað, skulu vit framhaldandi skapa vøkstur og arbeiðspláss. Lutur okkara sum orkubólkur er at motivera okkara limir til at samstarva við útlandið,” sigur stjórin í offshoreenergy.dk

Kelda: Offshoreenergy.dk