
Russisk ferja um Kerchsundið.
Eftir spreingina og partvís oyðiløgdu brúnna um Kerchsundið hevur Russland nú sett ferjur at sigla um sundið, bæði til ferðafólk og lættari bilar.
Kavarar eru í gongd vi at kanna, um skaði kom á stálkonstruksjónir, sum brúgvin liggur omaná.
Tá brúgvin varð tikin í nýtslu í 2019, steðgaði øll ferjuruta um Kerchsundið.
Brúgvin hevði stóran symbolskan týdning fyri Russland, tí hon bindur Russland og Krimhálvoynna saman.
Russland hevur sligið fast, at ukrainskar serdeildir, saman við útlendskum londum, stóð handan bumbingina av brúnni. Ukraina hevur ikki viðgingið, at tey stóðu aftan fyri álopið.
Kelda: Maritimedanmark