* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
- Russar ætla at trífalda ferðsluna á Landnyrðingsleiðini, sigur Lars Georg Fordal. (Mynd: Sigbjørn Larsen)

- Russar ætla at trífalda ferðsluna á sjórutuni har norðuri, og tað kann veita norskum vinnulívi stórar møguleikar, sigur Lars Georg Fordal, sum starvast á Barentsskrivstovuni í Kirkenes í Noregi.

 

- Russland hevur stórar kjarnorku-ísbrótarar, sum syrgja fyri, at Landnyrðingsleiðin er upplatin fyri ferðslu stórar partar av árinum, vísir Lars Georg Fordal á.

 

Hann er leiðari á Barentsskrivstovuni í Kirkenes. Skrivstovan er stovnað millum annað fyri at styrkja samstarvið millum Noreg og Russland - í Norði. Gjøgnum árið stuðlar skrivstovan millum 100 og 200 ætlanir innan vinnulív, ítrótt og mentan. Tað kann fáa stóra ja-liga ávirkan á Noreg og norskt vinnulív.

 

- Í boðum sínum meta russar, at ferðslan í norðurrutuni verður trífaldað komandi árini. Russar ætla eisini at búseta nógv fleiri fólk í økinum har norðuri, og málið er, at 200.000 fólk fleiri skulu búseta seg í økinum komandi tíðina. Ætlanin er eisini at gera fleiri nýggjar havnir í økinum, sigur Lars Georg Fordal.

 

Kelda: Skipsrevyen