
Norska verjan sendi leygardagin sjóverjuskipið KV Svalbard út at hava eftirlit við russiska ísbrótaranum Yury Topchev, sum í fleiri dagar hevur verið staddur tætt við norsku gassleiðina Ormin Langa, sum er næststørsta gassleiðin í Noregi.
- Tá ið eitt skip liggur stilt í eina tíð, kanna vit vanliga hví, eisini fyri at frætta, um viðkomandi skip hevur trupulleikar. Nakað meira enn tað, vil eg ikki “spekulera” meira í, sigur Thomas Gjesdal, kommandørkapteynur í norsku verjuni, við norska blaðið VG.
Ísbrótarin fóru úr Kaliningrad 16. oktober, og sigldi gjøgnum danskt sjóøki út í Norðsjógvin, og haðani víðari upp við norsku strondini.
Vánaliga veðrið longur norðuri var orsøkin til, at russiski ísbrótarin legði bakk, skiparanum umborð.
Kelda: VG og Maritimedanmark