* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Russiskur kjarnorkurikin ísbrótari.

Flutningur gjøgnum Norður-farleiðina kann minka flutningstíðina úr Evropa til Kina við einari helvt. Russland hevur við einum valdspakka av kjarnorkuriknum ísbrótarum sett ferð á hesa skipafarleið.

 

Vanliga ber ikki til at sigla gjøgnum Norðurfarleiðina frá november til juni, men í ár hevur ein russiskur gassfflutningur sett met, tá tey sigldu farleiðina 5. januar í ár. Tað var gasstangaskipið, Christophe de Margerie, sum sigldi hesa leiðina saman við kjarnorkurikna ísbrótaranum, 50 Let Pobedy.

 

Gasstangaskipið er serliga útgjørt at sigla í Íshavinum og er fyrsta skipið av 15 nýbygningum, sum skulu inn í gassflutning í eystara partinum av Norður-farleiðini.

 

Søguliga siglingin 5. januar var ein rundtúrur frá Sabetta – Jiangsu – Sabetta.

 

Veldug megi

Tað eru veldugar megir í gongd, tá ein risi sum “50 Let Pobedy” brýtur seg gjøgnum arktiskan ís. Norska Skipsrevyen skrivar, at sambært reiðarínum, Atomflot, er talan um ein hin máttmiklasta ísbrótaran í heiminum við tveimum reaktorum, sum framleiga megi svarandi til 75.000 hestakreftir. Hann brýtur ís, sum er upp í 2,8 metrar tjúkkur, og samstundis megnar hann at sigla 1,5 til 3 míl.

 

Kelda: Skipsrevyen



[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=rlDvo4mr5I0]
Sjónbandaupptøkur av russiskum kjarnorkuriknum ísbrótara í Norður-farleiðini.