
Tvey russisk herskip, sum tað mesta av farnu viku lógu í altjóða sjógvi eystan fyri Skagen, við sløktum AIS-sendarum, eru nu rýmd av staðnum. Verjan vil einki siga um, hvar tey eru farin, og um tey framvegis liggja nærindis danska markið.
- Tað siga vit einki um beint nú, sigur Verjukommandoin við Nordjyske.
Tey bæði herskipini, ein fregatt og ein korvett, fylgjast við einum tangaskipi, sum lá saman við herskipunum eystan fyri Skagen. Øll skipini liggja við sløktum AIS-sendarum.
Hitt sivila skipið, sum lá saman við herskipunum, bjargingar- og sleipibáturin Nina Sokolova, liggur týsdagin framvegis á knattstøðuni eystan fyri Skagen.
Tað er ikki óvanligt at russisk herskip liggja í altjóða øki tætt við Danmarkl - tað er altjóða støðan, sum er óvanlig.
Danska kavaraskipið Assister og umhvørvisskipið Gunnar Thorson liggja týsmorgunin framvegis við bumbustøðini ein landnyrðing úr Bornholm, saman við eini svenskari korvett og einum svenskum eftirlitsflogfari.
Kelda: Maritimedanmark