* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Russisk feløg vilja menna farmaleiðina í Arktis.

Russisk feløg vilja menna farmaleiðina í Arktis

Óhefti russiski gassframleiðarin, Novatek, og statsstýrda shippingfelagið, Sovcomflot, eru samd um eitt skipað og stratekiskt samstarv fyri at menna shippingvinnuna og soleiðis menna arktiska gass-arbeiðið hjá Novatek – og at styrkja Arctic LNG-2 ætlanina.

 

Við samstarvsavtaluni, sum varð undirskrivað í farnu viku, vilja tey bæði russisku feløgini menna logistiskar ætlanir fyri shipping, olju- og gass gjøgnum Arktis.

 

- Heilt serliga samstarv okkara við Sovcomflot fer at økja okkara LNG-flutning umvegis arktisku leiðina við at nýta effektivar ís-klassaðar tangabátar, sigur formaðurin í Novatek, Leonid Mikhelson.

 

- Fyri at røkka lantíðarætlanini at framleiða meira enn 55 milliónir tons av LNG í 2030, noyðast vit at uppbyggja eina trygga Norðurleið. Um vit kombinera arbeiði okkara við Sovcomflot, sum er eitt av heimsins leiðandi maritimu feløgum í harðbalnum havøkjum við nógvum ísi, vilja vit minka mest møguligt um flutningskostnaðin, sigur altso Leonid Mikhelson.

 

Kelda: gCaptain