* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Russisku eigararnir í Nord Stream 1 og 2 fáa onga atgongd at kanna sprongdu rørleiðingarnar í Eystrasalti. Felagið Nord Stream AG upplýsir á heimasíðuni, at svensku myndugleikarnir nokta russum atgongd, og at danar svara um fýra vikur.

 

Sostatt er Russland stongt úti og sleppur ikki at taka lut í verandi kanningum.

 

Sviar siga, at teir gera kanningar við undirsjóvarfarinum Belos, meðan danir nýta minuruddarafarið Saltholm.

 

Svensku ákærumyndugleikarnir hava gjørt av, at spreingistøðini nærindis svensku strondini eru brotsgerðarstøð, og at sjóverjan, um neyðugt, skal forða fyri, at nakar trongir seg inn - sum um brotsgerðarstøðini vóru svensk.

 

Reiðiliga so greið eru boðini frá Danmark ikki.

 

Russiski vara-uttanríkisráðharrin Sergeij Versjinin hevur áður sagt, at Russland eigur at vera við í kanningararbeiðnum.

 

Kelda: Maritimedanmark