* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Sjúrður Jacobsen í høllini á Svínoyar Rognkelsistøð. (Mynd: Grækaris Djurhuus Magnussen)

Rognkelsistøðin í Svínoy fer skjótt í gongd

Gongst sum ætlað, fer gamla smotlstøðin í Svínoy seinni í summar í gongd at ala rognkelsi. Trý til fýra fólk fara at arbeiða á støðini fyrstu tíðina.

 

Nú sær út til, at ætlanin hjá Sjúrði Jacobsen at ala rognkelsi í Svínoy, verður veruleiki. Tað skrivar seinasti Maskinmeistarin, sum er fakblaðið hjá føroyskum maskinmeistarum.

 

Gongst sum ætlað, fer støðin at koyra einaferð í summar, og fyrstu tíðina vera trý ella fýra fólk til arbeiðis: Ein rakstrarleiðari, ein maskinmeistari og eitt ella tvey starvsfólk aftrat.

 

Upprunaliga varð smoltstøðin í Svínoy nýtt til aling av laksi. Tað var pápi Sjúrð Jacobsen, Bjarni Jacobsen, sum lat smoltstøðina byggja í seinnu helvt av áttatiárunum. Tað gekk væl í fleiri ári, og fleiri fólk vóru eisini í arbeiði. Men um aldarskiftið, tá tíðirnar hjá bæði laksaalarum og smoltalarum versnaðu av álvara, gekk aftur á hond við smoltstøðini í Svínoy, sum at enda noyddist at gevast við virkseminum.

 

Seinastu umleið trý árini hevur Sjúrður Jacobsen arbeitt við ætlanini at lata støðina uppaftur, og nýta hana til rognkelsialing. Rognkelsini skulu nýtast at halda lúsapláguni í alivinnuni niðri.

 

Umframt Sjúrð Jacobsen er eisini Bakkafrost við í ætlanini at ala rognkelsi í Svínoy.