* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Rannsóknar- og reikferðaskipið, Roald Amundsen.

Norska rannsóknar- og reikferðaskipið, Roald Amundsen, noyddist at bróta ferða sína til Arktis av og vendir aftur móti Kile.

 

Hetta hendir eftir at koronasmittan er staðfest hjá fleiri umborð. Fyrst vóru 10 fólk staðfest við smittuni.

 

Fyrr í farnu viku upplýsti reiðaríið annars, at nøkur fólk høvdu fingið koronusmittuna, men at tey vórðu sett í sóttarhald á kømrum sínum, og at rannsóknarferðin tískil kundi halda fram.

 

Men nú hevur smittan kortini breitt seg til onnur umborð, og skiparin hevur tíski gjørt av at sigla til nærmastu havn, og tað er í Kile.

 

Kelda: Maritimedanmark