* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
BW Group eigur nú meira enn 43 prosent av Hafnia Tankers.

Risi keypir stóran bita av Hafnia Tankers

Tangabátareiðaríið, BW Group, í Singapor, hevur keypt 36,3 prosent av partabrøvunum í danska shippingfelagnum, Hafnia Tankers, aftrat partinum, sum felagið longu átti í Hafnia Tankers.

 

Við keypinum eigur BW Group nú 43,5 prosent av danska reiðarínum, skrivar BW Group í tíðindaskrivi.

 

- Vit eru fegin um at hava yvirtikið hesi partabrøvini í Hafnia Tankers, sum er ein hevur ein sterkur rakstrarpallur, og sum hevur ein veruligan góðskuflota. Nú gleða við okkum at skifta orð við hinar partaeigararnar um framtíðina hjá felagnum. Vit síggja eitt gott mentunarligt íkast frá báðum feløgunum, sigur Carsten Mortensen, sum er forstjóri í BW Group.

 

BW Tankers hevur í løtuni ein flota uppá 55 produkttangabátar, meðan Hafnia Tankers eigur 47 produkttangabátar.

 

Kelda: Søfart