
Við einum prísskelti upp á umleið 2,3 milliardir krónur er risajáttin Nord, sum russiski ríkmaðurin Alexej Mordashov eigur, við á listanum yvir kostnaðarmiklar leikur hjá nýríkum russiskum oligarkum. Og við á listanum við Játtum, sum Vesturheimurin fegin vil leggja hald á.
Men tað hendir helst ikki – nú, í hvussu er. Nord ef komið til Hong Kong, men býurin er í veruleikanum kinverskur í dag, og tískil ein trygg havn at koma til hjá russiskum oligarkum.
Nord kom frá Vladivostok, har tað eisini var trygt, men eitt vet køligari klima.
Játtin hjá Vladimir Putin, forseta, Graceful, sum silgir undir navninum Kosatka, hevur eisini verið úti og siglt í vikuni sum fór. Risajáttin fór úr Kaliningrad, hagar hon flýddi, tá russar lupu á Ukraina. Nú hevur hon kós móti móti St. Pætursborg.
Játtin er ein av fleiri, sum Vladimir Putin skal eiga, og tær eru mettar til 900 milliónir krónur, eitt sindur bíligari enn Nord.
Kelda: Maritimedanmark