* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Eitt av heimsins størstu bingjuskipum, MSC Gülsun.

Risastór bílegging økir leiðsluna hjá MSC

Heimsins størsta bingjureiðarí, MSC, heldur fram at vaksa við seinastu risastóru bíleggingini upp á 20 bingjuskip, sum skulu handast reiðarínum í 2025. Sostatt dregur Søren Toft, forstjóri í MSC, frá stóra danska reiðarínum A.P. Møller-Mærsk.

 

Sambært eini frágreiðing hjá Clarkson Research Services hevur MSC bílagt fjúrtan 8.000 teu bingjuskip, sum kunnu sigla upp á LNG. Hesi skipini skulu smíðast á kinversku skipasmiðjuni New Times Shipbuilding. Haraftrat skal reiðaríið hava bílagt seks bingjuskip upp á 7.900 teu hvørt frá HD, sum er fyrrverandi Hyundai Heavy Industries í Suðurklorea.

 

Einki verður upplýst um kostnaðin á skipunum úr Kina, men sagt verður, at skipini, sum verða smíðað í Suðurkorea, fara at kosta 134,3 milliónir dollarar hvørt, tað eru umleið 930 milliónir krónur.

 

Velduga bíleggingin merkir, at MSC leggur seg upp aftur longur framum Maersk sum heimsins størsta bingjureiðarí.

 

Sambært Alphaliner hevur MSC ein flota upp á 4.351.960 teu, meðan Maersk kemur á øðrum plássi við 4.243.087 teu.

 

Keldur: Splash/maritimedanmark