* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Skip hjá Lauritzen Bulkers lossar.

Revsitiltøkini trupul at navigera í

Lauritzen Bulkers hevur fýra starvsfólk, sum hvønn morgun ganga ígjøgnum alt kundasavnið at tryggja, at reiðaríið ikki handlar við feløg ella fólk, sum eru fevnd av revsitiltøkunum móti Russlandi.

 

- Eg eri púra samdur í, at vit skulu raka Russland. Men politikarar halda sínar hurðagátt-talur, og fara síðan inn at drekka ein kopp av kaffi. Vit sita eftir við apuni og skulu føra ætlanirnar út í lívið, sigur Niels Josefsen, forstjóri í Lauritzen Bulker við Finans.

 

Tað kann fáa sálvarsligar avleiðingar fyri reiðaríið, um tú av einum feili kemur at handla við eitt revsirakt felag.

 

- Tað er vandi fyri, at ein banki krevur øll síni lán goldin umgangandi. Men tað kann eisini merkja, at onnur feløg ikki vilja samstarva og handla við okkum, og so fáa vit ikki skip okkara út at sigla. Tað má bara ikki henda, sigur Niels Josefsen við Finans.

 

Kelda: Finans