
Revsitiltøkini rigga: Brandútsøla er á veg
Víðfevndu revsitiltøkini móti Russlandi byrja nú av álvara at órógva russiska tangaskipareiðaríið Sovcomplot, sum kann verða noytt at selja heilt upp í ein triðing av flota sínum komandi tíggju dagarnar sambært Lloyd’s List. Orsøkin er, at lánveitararnir vestanfyri avvikla alt virksemi sítt í Russlandi.
Fyri einari viku síðan merktu revsitiltøkini, at Sovcomflot ikki megnaði at lúka eitt rentugjald upp á evro-lánsbrøv. Rentugjaldið var upp á 8,3 milliónir dollarar.
Nú hevur russiska reiðaríið størri trupulleikar, tí fíggingarstovnar vestanfyri, grundað á revsitiltøkini, skulu gera verandi avtalur og millumverandi upp og bróta sambandið við revsitiltaksraktu russisku fyritøkurnar hin 15. mai. Og tann bólkin hoyrir Sovcomflot til.
Haraftrat kemur tann veruleiki, at framstandandi sjóvinnu-tryggingarfeløg, sonevndu P&I-klubbarnir, herfyri boðaðu frá, at tey annaðhvørt høvdu ella fóru at taka allar sínar tryggingar burtur, sum hava nakað við russisk skip at gera.
Sovcomflot boðaði í mars frá, at 133 skip eru í teirra flota.
Kelda: Maritimedanmark