* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Belndingsbátur (hybridbátur) í norsku alivinnuni.

Reinir ravlaðsbátar vera undantakið

Áhugin fyri ravlaðsbátum er ógvuliga stórur, men flestu fara kortini at velja blendingsbátar, tí tað er tryggari. Tað sigur Sondre Henningsgård hjá maritie Battery Forum í Noregi.

 

- Enn er norska alivinnan ikki komin so langt, tá tað kemur til ravlaðsbátar (battaríbátar). Nakrir eru komnir út at sigla, og tað koma ivaleyst fleiri, tí vinnan fer at vakna. Men tað verður ivaleyst soleiðis í langa tíð, at tað vera ikkir reinir ravlaðsbátar, sum koma í flotan, men blendingsbátar, sonevndir hybridbátar, heldur Sondre Henningsgård.

 

Sambært Sondre Henningsgård er vøksturin í tali av bátum við ravlaði umleið 40 prosent um árið, og hann sær stórar møguleikar innan alivinnuna og útróður. Men tað verða fíggjarligu avmarkingarnar ella møguleikarnir, ið verða avgerandi.

 

- Tá tú tekur við, at bátar við ravlaði mangan er kostnaðarmiklari – men ikki altíð, so er tað krevjandi hjá fleiri at gera hesar eyka íløgurnar, sigur Sondre Henningsgård.

 

Hann vísir á, at við einum ravlaðsbáti fært tú ein nógv friðarligari bát, tú optimerar generatorarnar, onkuntíð kanst tú taka generatorar burtur, tú minkar oljunýtsluna og tú minkar útlátið.

 

- Haraftrat fært tú eitt støðugari streymnet umborð, sigur Sondre Henningsgård.

 

Kelda: Skipsrevyen