* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Lið um lið liggja tey - tilreiðar at vera upphøgd.

Fyri bara einum ári síðan var eftirspurningurin eftir reikferðaskipum ómettandi. Nú liggja hesi stóru reikferðaskipini ella krússkipini, sum tey eisini verða rópt, lið um lið á upphøggingarsmiðjum í Turkalandi. Her bíða tey eftir, at skeribrennararnir skulu gera enda á teimum. Og fleiri skip eru á veg.

 

Fríggjadagin var ein brummari ella drona í luftini yvir turkiska havnarbýnum, Aliaga, sunnanfyri Izmir, har fimm reikferðaskip liggja í røð og bíða eftir at verða upphøgd. Saman við einum bingjuskipi hjá Maersk.

 

Tað tekur umleið 2.500 skipasmiðju-arbeiðsmonnum eitt hálvt ár at høgga eitt stórt reikferðaskip upp.

 

 Eitt av skipunum, Carnival Fantasy, sum sæst koma til upphøggingarskipasmiðuna, var umvælt og uppstiga fyri nógvan pening so seint sum í fjør. Nú er tað liðugt.

 

Amerikonsku myndugleikarnir nokta framvegis reikferðaskipum at sigla, meðan onnur lond sum til dømis Bretland, Týskland og Italia loyva sigling, men við strongum koronukrøvum.

 

Kelda: Maritime Danmark


[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=I1a6772DuCs]
Sjónbandaupptøkur tiknar, tá Carnival Fantasy kemur til upphøggingar í Turkalandi.