* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Grafisk mynd av ólidna reikferðaskipinum, sum eingin tímir at keypa, Global Dream.

Í eini skipasmiðjuhøll í havnabýnum Wismar í Týsklandi stendur eitt risastórt reikferðaskip í hálvum gekki. Skipið er 342 metrar langt, og bíðar eftir nýggjum eigara, sum kann gera skipið liðugt. Men einki bendir á, at nakar er áhugaður í stóra reikferðaskipinum í løtuni.

 

Global Dream, sum reikferðaskipið eitur, er í vanda fyri at enda sum ein rein marra fyri teir 16 bankarnar, sum hava verið við at fíggja skipið, og týski deilstaturin Mecklenburg-Vorpommern, sum hevur garanterað fyri ein part av lánunum.

 

Byggjaríið steðgaði upp, tá Genting-samtakið í Hong Kong í byrjanini av árinum fór á heysin, og tók dóttirfelagið MV Werften við sær í fíggjarligu avgrundina.

 

Skipið tekur 9.000 ferðafólk og hevur pláss fyri eini manning upp á 2.200.

 

Bústjórarnir hava síðan selt eina røð av skipasmiðjum burturúr samtakinum, men Global Dream vísir eingin seg at hava hug at keypa. Seinast í 2023 skal skipið úr høllini, tað stendur í.

 

Ein møguligur keypari skal geva gott og væl eina milliard evrur fyri skipið, og haraftrat skal roknast við at brúka einar 600 milliónir evrur aftrat at gera skipið liðugt.

 

Verður eingin keypari til skipið, so verður tað sent beinleiðis til upphøggingar.

 

Kelda: Maritimedanmark