* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Ferðafólk við reikferðaskipum, sum gera rannsóknarferðir í Arktis, eru rættiliga jalig, tá tað snýr seg um at verja umhvørvið.

Reikferðaskip í Arktis rudda plastikk

Í summar samarbeiðir Assosiation of Arctic Expedition Cruise Operators (AECO) við tey, sum skipa fyri túrum við reikferðaskipum í íshavinum fyri av álvara at minka útlátið av eingangsplastikki frá skipum. Fleiri túsund ferðafólk eru eisini við í arbeiðinum at rudda strendurnar í Arktis.

 

Sarah Auffret, umhvørvisumboðsfólk, hevur kannað 16 rannsóknar-reikferðaskip á Svalbard seinastu vikurnar.

 

Auffret er í starvi hjá AECO, sum umboðar meirilutan av túrfyriskiparum, ið skipa fyri rannsóknarferðum við reikferðaskipum í Arktis/íshavinum.

 

Vitjanirnar umborð á skipunum er ein partur av arbeiðinum hjá AECO at savna, skipa og luta dømi um, hvussu tú kanst minka plastikknýtsluna á reikferðaskipum, sum gera rannsóknarferðir. AECO ger eisini sítt til at fáa ferðafólk at vera við at rudda arktisku strendurnar.

 

Ferðafólk vilja fegin hjálpa

Sarah Auffret sigur, at ferðafólk sum heild hava ein jaligan hugburðu og vilja fegin gera sítt til at verja umhvørvið í Arktis.

 

- Stórslidna náttúran vísir seg at vera ein góður grundvøllur at kunna ferðafólk um umhvørvismál, sigur Sarah Auffret.

 

Sambært AECO vil ferðavinna fegin gera sítt til at minka nýtsluna av eingangsplastikki umborð á skipum.

 

Kelda: Skipsrevyen