* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Carneval Fantasy, eitt av stóru reikferðaskipunum, verður nú upphøgt sum beinleiðis avleiðing av koronafarsóttini.

Reikferðaskip: Eitt fyri og annað eftir verða tey høgd upp

Reikferðaskip, sum verða mongdarupphøgd, er nýggj sjón í farmavinnuni og ein beinleiðis avleiðing av koronakreppuni.

 

Vanliga er talan um frálandsskip og bingjuskip frá millum øðrum Mærsk, sum síggjast “strandaði” í turkiska Aliaga við Izmir. Men beint nú liggja trý stór reikferðaskip undir liðini hvørt á øðrum júst her.

 

Seinasta reikferðaskipið ella krússkipið, sum er komið til upphøggingar, er eitt av skipunum hjá Royal Carnival Cruise Lines, nevniliga Carnival Fantasy. Tað liggur nú undir liðini á reikferðaskipunum Sovereign og Monarch.

 

Eitt systirskip hjá Carnival Fantasy er longu komið til Izmir-økið, og verður væntandi siglt upp á strondina eina av komandi vikunum, meðan felagið hevur selt onnur skip.

 

Danska blaðið, Søfart, skrivar, at Sovereign og Monarch komu frá dóttirfelagnum hjá Pullmantur, sum eins og fleiri onnur smærri krúsreiðarí er farið á heysin grundað korona seinastu tíðina.

 

Kelda: Søfart



[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=RElx_oX3H5Y]
Sjónbandaupptøkur av seinastu ferðini hjá Carneval Fantasy.