
Reiðarí stoytir matarolju í tangan fyri at bjarga umhvørvinum
Í staðin fyri tunga bunkarolju hevur reiðaríið,
Norden, roynt eitt CO2-nevtralt brennievni, sum er gjørt burtur úr brúktari
matarolju ella frituruolju. Royndin vísti, at bio-oljan riggar eins væl og
bunkarolja, og bæði CO2 og svávulútlátið eru í botni.
Oljan, sum ymsar
matstovur nýta í vikuskiftunum, kann endurnýtast á sjónum í framtíðini.
Hollendska fyritøkan, Goodfuels, hevur seinastu trý arbeitt við at gera brúkta
matarolju til eitt slag av brennievni, sum kann koma ístaðin fyri bunkar.
Hollendska
fyritøkan gjørdi tvær royndir í september mánaði, eina við íslendska farmaskipinum,
Samskip Endeavour, og eina við danska skipinum, Nord Highlander. Samskip
Endeavour sigldi um Atlantshavið, meðan Nord Highlander sigldi úr Rotterdam til
Tallin í Estlandi.
Fyri at
samanbera, hvussu motorurin riggaði saman við lívvirknum brenni sum eitt
alternativ til lívrunnið brennievni við lágum svávulinnihaldi, varð ferðin úr
Antwerpen gjørd við lívrunnum brennievni. Eftir at motorarnir vóru kannaðir,
skiftu skipini yvir til lívvirkið brennievni. Eftir at hava siglt við ymiskari
ferð, t.e. at motorarnir arbeiddu undir ymsum trýsti, vístu motorarnir seg at
vera rættiliga støðugir.
Umframt tøkniligu
avbjóðingarnar við at endurnýta matarolju frá matstovum, er tað eisini
praktiskt trupult, tí slík matarolja verður longu savna inn og endurnýtt til at
framleiða biodiesel og aðrar framleiðslur sum sápu, djórafóður o.s.fr.
Kelda: Ingeniøren