
Reiðarí óttast mangul upp á arbeiðsmegi
Átta av tíggju toppleiðarum í Donskum Reiðaíum vilja fegnir seta fleiri arbeiðsfólk í starv, men helvtin óttast, at tey vera trupul at finna. Og mangulin upp á hóskand kandidatar bæði í landi og til sjós, kann gerast ein bremsa í vøkstrinum, óttast Anne H. Steffensen, forstjóri í “Danske Rederier”.
Esvagt í Esbjerg er eitt av reiðaríunum, sum hava tørv á sløkum 100 nýggjum arbeiðsfólkum samstundis sum felagið skal umstilla seg til grønu tíðina.
- Vit hava til vana at seta donsk sjófólk í starv, men tað gerst alt truplari, sum tíðin gongur. Vit vóna, at tað fer at eydnast, men tað sær torført út. Vit vænta, at eyguni mugu vendast móti útlondum til tess at nøkta tørvin, siger Peter Lytzen, forstjóri í Esvagt, við Finans.
Eisini á skrivstovunum í landi merkja reiðaríini, at tað er stórur eftirspurningur eftir bestu arbeiðsfólkunum, vísir ein kanning, sum Danske Rederier hevur gjørt.
- Vit hava ikki havt trupulleikar, og hava økt talið av fraktfólkum við 20 prosentum, men eg merki væl, at tað veuliga er eftirspurningur eftir góðum fragtfólki, sigur Niels Josefsen, forstjóri í Lauritzenl Bulkers.
Í Esvagt verður víst á, at alt ov fá sjófólk verða útbúgvin, og tann trupulleikin versnar av, at fáa kvinnur velja eitt lív á sjónum.
Kelda: Maritimedanmark