
HMM Algeciras.
Fimm suðurkoreisk bingjureiðarí ætla at stovna eitt nýtt samtak, K-Alliance, annan ársfjórðing í 2021. Tað skal styrkja kappingarevnini hjá reiðaríunum í landsynningspartinum av Ásia. Reiðaríini meta seg hava vakstrarmøguleikar í júst hesum umráðnum.
Samtakið fer at fevna um HMM, SM Line, Pan Ocean, Sinokor Mercant Marine og Heung-A Line. Samanlagt hava hesi reiðaríini ein marknaðarpart upp á 40 prosent av rutunum í Suðurkorea-Landsynningsásia.
Reiðaríini hava sæð eitt fall í teirra marknaðarparti seinastu tíðina, og orsøkin er harða kappingin frá reiðaríum aðrastaðni í heiminum.
Kelda: Splash og Maritimedanmark