* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Ein stór verkætlan skal greina, um tað ber til at endurnýta akkumulatorar frá flutnings- og bilídnaðinum til ravmagnsferjur.

Svenska reiðaríið, Stena Line, er, saman við fleiri øðrum samstarvsfeløgum, farið í gongd við eina størri granskingarætlan, sum skal finna útav, um tað ber til at endurnýta brúktar bil-akkumulatorar at goyma orku í havnum, soleiðis at ferjur skjótt kunnu løðast, tá tær koma í havn.

 

“At løða eina stóra ferju skjótt krevur eina velduga mongd av orku eftir stuttari tíð, og tað er ikki víst, at ravmagnsnetið í havnunum megnar tað. Tað er her, at lokalar orkugoymslur í havnunum koma inn í myndina sum ein møgulig loysn,” sigur Rasmus Bergström, forstjóri í Battaryloop.

 

Ætlanin skal greina og evaluera møguleikarnar fyri at endurnyggja lithium-ion-akkumolatorar frá flutnings- og bilídnaðinum til orkugoymslu í havnum – til dømis at løða eina elferju við.

 

Í samstarvinum eru fleiri Stena-feløg sum Batteryloop, Stena Recycling, Stena Reiðarí og Stena Line. Haraftrat eru havnirnar í Göteborg og Kiel, og skrásetingar- og klassafelagið, DNV GL, eisini við í samstarvinum. ES stuðlar ætlanina, sum tekur tvey ár.

 

“Hetta er ein varði í ravmagniseringini av skipaferðsluni, sigur Carl Mårtensson,” tíðindaleiðari hjá Stena Line.

 

Kelda: Stena Line og Maritime Danmark