* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Norska Hurtigrutan uppstigar flotan, og umbyggir trý av skipum sínum til nýggj rannsóknarkrússkip. Hetta verður MS Eirik Raude.

Rannsóknarferðir fram við norsku strondini

Stavanger, Træna, Fjærland og Reine í Lofoten. Hetta eru bara nøkur av teimum støðum, sum nýggju blendingsriknu rannsóknarkrús-skipini hjá norsku Hurtigrutini javnan fara at fáa vitja í framtíðini. Nýggja æltanin verður væntandi sett í verk í 2021.

 

Útgjørd við ravlaðspakkum (battarí) og grønari tøkni skulu ransóknarskipini, MS Maud, MS Eirik Raude, og MS Otto Sverdrup sigla rannsóknarkrúsferðir fram við norsku strondini alt árið.

 

- Í mong ár hava bygdir og býir vent sær til okkara í vónini um at fáa okkum at sigla upp á júst tær bygdirnar ella teir býirnar. Nú hava vit fleiri skip og størri møguleikar. Tí kunnu vit gera tað nú, sum bæði vit og onnur hava ynskt í áravís: At taka gestir við okkum úr øllum heiminum til uppaftur fleiri støð fram við norsku strondini, sigur Daniel Skjeldam, samtaksstjóri.

 

At norðmenn fara at leggja seg eftir rannsóknarkrúsferður kemur aftrat nógv royndu farleiðini hjá Hurtigrutuni frá Bergen og heilt norður til Kirkenes.

 

Kelda: Skipsrevyen