* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Estonia sakk í Eystrasalti í 1994.

Rannsóknarskipið, Sentinel, er farið úr Eemshaven í Hollandi við kós móti finsku oynni, Uto, tætt við knattstøðuna, har vrakið av Estoniu liggur á havsins botni. Endamálið er at gera eina óhefta kanning av ferjuni.

 

Rannsóknarfólkini fara at kanna Estoniu við millum øðrum undirsjóvar-tólmennum og savna inn data, sum viðurkendi pólski serfrøðingurin í vanlukkum á sjónum, dr. Andrzej Jasionowski, síðan skal greina og gera eina niðurstøðu út frá.

 

Tað er ein hópur av avarðandi hjá teimum, ið fórust í vanlukkuni, sum fíggja ætlanina. Hetta hendir eisini, eftir at kavarar í fjør tóku myndir av einum fýra metrar høgum- og  1,2 metrar breiðum holi í skrokkinum.

 

Holið er ikki nevnt við einum orði í frágreiðingini hjá Skaðanevndini, sum í 1997 staðfesti, at Estonia sakk, tí bógportrið fekk skaða og fór upp í ódnarveðrinum vanlukkunáttina.

 

Síðan hevur tað verið ein gáta, hvussu tað kundi bera til, at hendan stóra ferðafólkaferjan sakk upp á minni enn ein tíma.

 

Síðan 1995 hevur tað ikki verið gjørligt at kava við vrakið, tí Svøríki, Finnland, Estland, Danmark, Bretland og Russland undirskrivaðu ein sonevndan “gravarfrið”, sum bannar kaving við vrakið, sum liggur í altjóða sjógvi.


Estonia sakk í illveðri í 1994, og 852 fólk druknaðu.

 

Kelda: Maritimedanmark