* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar


























Fylg okkum á Facebook

 




 

Prísirnir á gomlum jarni halda fram við at hækka

Reiðarar, sum umhugsa at sleppa sær av við eldri skip, kunnu við fyrimuni gera tað nú. Síðani á nýggjárinum eru prísirnir á gomlum jarni hækkaðir upp aftur meira og eru nú á einum støði, har marknaðarkeldur lýsa prísirnar sum óvanliga høgar, skrivar Clarkson Platou.

Velja reiðarí heldur at varðveita eldru skipini eitt sindur longur, er tó í løtuni ikki líkt til lægri prísir í bræði. Hækkandi leigugjøld gera, at útlit eru til, at færri turrfarmaskip - sum millum annað flyta kol og korn - enda undir skeribrennaranum næstu tíðina.

Clarkson Platou skrivar, at prísurin fyri eitt upphøggingarvert Capesize bulkskip í síðstu viku var upp á 495 dollarar/ldt, sum verður mettur at vera ein sera høgur prísur. 

Kelda: maritimedanmark.dk