* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Politiskt krav um landstreym til skemtiferðamannaskip

Býráðið í Keypmannahavn fer á fundi hósdagin at viðgera eitt uppskot frá SF um, at tey  meira enn 400 skemtiferðamannaskipini, ið koma til Keypmannahavnar um árið, í framtíðini skulu fáa tilboð  um landstreym.

”Vit heilsa øllum fremmandu gestunum, ið koma til Keypmannahavnar við skemtiferðamannaskipum, vælkomnum. Men tey stóru skemtiferðamannaskipini framleiða sjálv orku við m.a. olju og økja harvið munandi um luftdálkingina í høvuðsstaðnum”, sigur framsøgumaðurin hjá SF í orkumálum í býráðnum, Peter Thiele, sambært Ekstra Bladet við Ritzau.

Sambært blaðnum fer tað at kosta 200 miljónir krónur at byggja eitt landstreymsverk í Norðurhavnini. Ein útreiðsla sum By & Havn, ið Keypmannahavnar kommuna og staturin eiga í felag, skal bera.

Talið á ferðafólki við skemtiferðamannaskipum hevur verið støðugt vaksandi seinastu 10 árini, meðan talið á vitjandi skipum í Keypmannahavn fall eitt vet í fjør - eitt lutfall, ið kemst av, at skemtiferðamannaskipini verða størri og størri.

Keypmannahavn er ferð eftir ferð kosin best umtókti býurin hjá skemtiferðamannaskipum í Eystursjónum.

Kelda: Ekstra Bladet