
Ein av trolarunum hjá Polar Seafood, Polar Aasik, er sokkin í havøkinum við Qasigiannguit. Tað váttar løgverjan í Grønlandi, sambært blaðið Sermitsiaq.
Eldur var í Polar Aassik í tvey samdøgur, áðrenn hann sakk.
- Eftir at trolarin var farin at leka, sakk hann eftir stuttari tíð, upplýsir løgverjan í tíðindaskrivi.
Løgverjan fekk boð um brennandi trolaran mánakvøldið klokkan 19.03. Øll mannini, tíggju mans, vórðu bjargaðir.
- Brandmyndugleikarnir eru í økinum, og nú verður mett um, hvørt tað er neyðugt at leggja flótisperringar út fyri at sleppa undan oljudálking og aðrari dálking frá trolaranum.
Løgverjan hevur takkað íbúgvunum í Qasigiannguit fyri at virða tilmælini hjá løgverjuni um at halda seg burtur frá stranda- og havøkinum, og tað hevur gjørt bjargingarbeiðið lættari.
Kelda: Sermitsiaq