* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Plastikk steðgar indiskari ferju

Ein stórur plastikkdúkur, sum varð sogin inn í kølivatnsinntakið á indisku ro-pax ferjuni, Indian Exzpress, var grundin til, at motorarnir á 6.500 GT stóru ferjuni lokaðu niður og steðgaðu orsakað av yvirupphiting. 400 ferðafólk noyddust at bíða, til ferjan varð sleipað til lands.

 

Ferjan var á veg gjøgnum Khambhat Flógvan, tá óhappið hendi.

 

Kraftamikli plastikkdúkurin forðaði kølivatninum at koma til skrúyvuaksilin, og tískil gjørdist aksilin ov heitur, og tað førdi til at motorurin neyðsteðgaði.

 

Skaðin av ovurupphitingini var so mikið álvarsligur, at ferjan skal á sleipistøð í minsta lagi 14 dagar, áðrenn hon aftur verður tilreiðar at fara í sigling.

 

Plastikkdálking er ein vaksandi trupulleiki á heimshøvunum, ikki minst út fyri strendurnar í mongum triðjalondum.

 

Kelda: Maritime Danmark