* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar


























Fylg okkum á Facebook

 




 

Pensjónspengar keypa hálva vindmyllulund

Ørsted - fyrr DONG Energy - hevur selt teimum báðum donsku pensjónsfeløgunum PFA og PKA 50 pst. av havvindmylluverkætlanini Walney Extension. Feløgini fáa hvør sín ognarpart upp á 25 pst. Lundin verður heimsins størsta havvindmyllulund, tá hon verður tikin í brúk í seinnu helvt av 2018.

PKA og PFA rinda uml. 2 mia. bretsk pund fyri ognarpartin í tí enn ikki lidnu havvindmyllulundini, sum Ørsted eisini skal reka og viðlíkahalda.

Ørsted og PKA samstarva frammanundan um tríggjar aðrar havindmyllulundir.

"Bæði pensjónsfeløgini leggja stóran dent á umleggingina til grøna orku, og eg eri fegin um, at virksemi okkara á hesum øki heldur fram við at vera áhugavert hjá slíkum íleggjarum,” sigur Henrik Poulsen, stjóri í Ørsted, í sambandi við handilin.

Hjá PKA er íløgan í Walney Extension sætta havvindmyllulundin, sum felagið keypir seg inn í.

“Íløgur í havvindmyllulundir hava higartil givið tveysiffraði avkast, og vit eru fegin um at staðfesta okkara veðurlagsætlan í enn eini havvindmyllulund. So fyri okkum er hetta ein góð forrætning og sera skilagott,” sigur Peter Damgaard Jensen, stjóri í PKA.

Stjórin í PFA vísir á, at íløgan er enn eitt stig inn á marknaðin fyri varandi orku, sum aktivt stuðlar upp undir grønu umleggingina.

“Vit eru stolt av at gera hetta saman við Ørsted, sum gongur undan á hesum økinum. Íløgan passar væl inn í leitan okkara eftir alternativum íløgum, sum kunnu geva kundum okkara góð og støðug langtíðar avkast,” sigur Allan Polack, stjóri í PFA.

Kelda: Ørsted/maritimedanmark.dk