* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Verjin, Anders Nemeth, sæst her beint eftir dómin í gjár, tá fyrrverandi stjórin í dótturfelagnum hjá OW Bunker í Singapore, varð dømdur hálvtannað ára fongsulsrevsing.

OW Bunker-stjóri dømdur hálvtannað ára fongsulsrevsing

Rætturin í Aalborg gjørdi í gjár úrskurð í málinum móti fyrrverandi stjóranum í dótturfelagnum hjá OW Bunker í Singapore, Lars Møller. Hann varð dømdur hálvtannað ára fongsulsrevsing.

Sjálvur var Lars Møller ikki til staðar í rættinum, tá dómurin varð sagdur. Tað var Niels Toft-Vandborg, dómari, ið las dómin upp.

44 ára gamli fyrrverandi stjórin varð í fjør skuldsettur fyri heimildarsvik av serliga grovum slag, tí hann lat OW Bunker-dóttirfelagið, Dynamic Oil Trading, veita ivasama samstarvsfelaganum, Tankoil, ein velduga stóran kredit uppá 156 milliónir dollarar.

Tankoil skuldi, vegna Dynamic Oil Trading, standa fyri at lata brennievni til kundarnar hjá Dynamic Oil Trading, men samstarvið var soleiðis skrúvað saman, at skuldin hjá Tankoil vaks við rúkandi ferð.

Jim Pedersen (sáli), forstjóri í OW Bunker, hevði bara givið Lars Møller loyvið at veita ein kredit upp á 10 milliónir krónur, og tá leiðslan í Nørresundby frætti um støddina á kredittinum í november í 2014, kollapsaði fyritøkan á keypsskálanum.

Kollapsið hjá OW Bunker gjørdist ein av størstu gølunum í søguni hjá danska keypsskálanum.

Tá felagið fór á keypsskálan í mars í 2014, var tað eitt av størstu feløgunum í Danmark, tá hugt verður eftir umsetninginum.

Kelda: Shippingwatch