* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Norska fiskimálaráðið noktar Norwegian Gannet at flyta slátraðan laks beinleiðis til Danmarkar.

Óvanligt sláturskip má steðga pioner-ætlanum

Nýggja norska sláturskipið, Norwegian Gannet, skuldi ferma laks beinleiðis frá alibrúkunum til útlandið. Men tað noktar norska fiskimálaráðið nú fyri.

 

Atfinningar hava verið móti stóra sláturskipinum fyri at seta norsk arbeiðspláss í vanda. Samstundis verður skipið róst fyri at vera umhvørvisvinarligt. Hetta er fyrsta sláturskipið av sínum slag yvirhøvur.

 

Í staðin fyr at alifiskurin skuldi fermast til lands við brunnbátum, slaktast og ísast, og síðani koyrast við treylarum á evropiska meginlandið, var ætlanin at slakta fiskin umborð á Norwegian Gannet, og síðani ferma laksin beinleiðis til Danmarkar.

 

Men  fleiri politikarar hava funnist at ætlanini. Atfinnararnir siga, at mest møguligt av virðisøkingini í framleiðslustignum í alivinnuni eigur at fara fram í Noregi. Fiskimálaráðharrin, Harald Tom Nesvik, er ein teirra, ið óttast fyri norskum arbeiðsplássum. Og nú hevur norska fiskimálaráðið sligið fast, at lógarheimild er ikki fyri ætlanunum hjá Hav Line Gruppen, sum eigur Norwegian Gannet.

 

- Við hesari avgerðini er onki annað hjá okkum at gera, enn at svínabinda skipið, sum hevur kostað 800 milliónir krónur, (norskar) til bryggju, sigur stjórin í Hav Line Gruppen.

 

Í avgerðini hjá Fiskimálaráðnum verður millum annað sagt, at Hav Line í útgangsstøðinum sjálvt má taka avleiðingarnar av, at tey hava tikið fyri givið at fáa ætlanina góðkenda.

 

Kelda: NRK