* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Tað vóru óneyvar útrokningar av støðuleikanum, sum var grundin til skipbrotið hjá bilaflutningsskipinum, Golden Ray. Skaðar hendu fyri 200 milliónir dollarar, og talan gjørdist samstundis um eitt ógvuliga drúgt uppruddingararbeiði. Skipbrotið hendi fyri tveimum árum síðan, og seinastu restirnar eru framvegis ikki burturbeindar.

 

Tað er tjóðar-flutningstrygdarráðið í USA (NTSB), sum hevur staðfest orsøkina til skipbrotið í St. Simons-sundinum nærindis Brunswick í Georgia.

 

Tað gingu bara 40 minuttir frá tí, Golden Rays loysti frá bryggju í havnini í Brunswick, til tað koppaði. Øll manningin upp á 23 og loðsurin vórðu bjargað, hóast fýra teirra vóru innistongd í vrakinum í nærum 40 tímar.

 

Tvey av manningini fingu álvarsligar løstir, meðan skipið gjørdist vrak. 4.100 bilar vóru umborð á bilaflutningsskipinum, og teir gjørdust eisini vrak.

 

Síðan eru milliónir dollarar nýttir at skera vrakið í stykkir, burturbeina tað og síðan reinsa sjóøkið og strondina í økinum.

 

Kelda: Riviera / Maritimedanmark