
MYND. Norska Verjan/NTB
Eitt flogfar hjá norsku sjóverjuni og sjóverjuskipið KV Bergen vóru á eftirliti við Osebergleiðina í Norðsjónum fríggjadagin í farnu viku.
Hetta hendir, eftir at norska Verjan hevur boða frá meira eftirliti og meira sjónligheit í norskum øki.
- Hvønn einasta dag fer verjan at hava meira eftirlit við øllum virksemi í norskum øki, og fer dagliga at hava kunningarsamskifti við Verjuna, løgverjuna, sivilar aktørar og sameindu okkara, til tess altíð at vera dagførd við støðuna, sigur norska verjan.
Sagt verður, at gerandisligt virksemi, eftirlit við millum øðrum herfólki, skipum, flogførum og sensorum í vatnskorpuni, í luftini, í landi og í sjónum fer í løtuni fram.
Kelda: E24 og NTB