* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Uppskotið hjá maritima stovninum hjá ST um lækking av CO2-útláti fær harða viðferð.

Sjóvinnustovnurin hjá ST, IMO, hevur samtykt eina koyriætlan fyri, hvussu shippingvinnan skal lækka útlátið av rakstrarhúsgassum. Tað skrivar Reuters.

 

Ætlanin verður átalað harðliga fyri at vanta framsøkni.

 

- IMO hevur avgjørt, at geislingin ella dálkingin kann halda fram at vaksa í minsta lagi 10 ár aftrat. Teirra sjálvgleði er skelkandi, sigur Johann Maggs, frá ngo-felagnum, Clean Shipping Coalition, sambært Reuters.

 

Søfart hevur áður greinað, hvussu framsøknið (ambisjónsstigið) í avtaluni hevur verið sáplað niður seinastu vikurnar.

 

- Uttan klokkuklárar og nógv meira framsøkin krøv gongur umstillingin í skipaferðsluni ov seint og fer í ov stóran mun at snúgva seg um eginbúskap, sigur stjórin í Danske Maritime, Jenny Braat.

 

Kelda: Søfart